Smiðjan



Prentmiðstøðin er einasta rotatiónsprentsmiðja í Føroyum. Ein rotatiónspressa gevur stórar fyrimunir, tí hon prentar, falsar og pakkar í somu arbeiðsgongd. Ein eyðsýndur fyrimunur fyri tíðinda- og tilboðsavísir, sum kunnu koma á gøtuna sama dag, tey eru prentað.

Prentmiðstøðin er ein samanlegging av avísprentsmiðjunum hjá Dimmalætting og Sosialinum. Samanleggingin rationaliseraði raksturin av føroyskum blaðprenti og gav munandi betri umstøður at útbyggja. Í dag er Prentmiðstøðin ein sunn fyritøka, sum bjóðar flestallar møguleikar innan avísprent.